Í longum, stórt uppsettum greinum hava bæði Heini O. Heinesen og Høgni Hoydal í samband við 14. sept.- haldini hjá Tjóðveldinum endurtøkur um, at føringar atkvøddu fyri loysing fyri 63 árum síðan, 14. sept. 1946.
Pástandur teirra er, at fólkaatkvøðan skuldi vera bindandi, at fleirtal var fyri loysing og at løgtingið tók eina lógliga avgerð um loysing.
Løgtingstíðindi sum almannaogn avsanna mytuna
Men eftir at løgtingstíðindi eru blivin almannaogn á internetinum, ber til at eftirkanna pástandin hjá Tjóðveldinum, øðrum loysingarflokkum og loysingarfólkum.
Tað setti eg mær fyri og fann skjótt út av, at pástandirnir hjá loysingamonnunum milt sagt t eru óseriøsir og villleiðandi.
Fólkaatkvøðan ikki bindandi
Onki varð staðfest í løgtingslógini um, at fólkaatkvøðan skuldi vera bindandi. Heldur ikki at hon skuldi vera vegleiðandi.
Men bæði Thorstein Petersen, sum var formaður fyri Fólkaflokkin, løgtingsformaður og gekk á odda fyri loysingini og Andras Samuelsen, sum var formaður fyri Sambandsflokkin og gekk á odda fyri framhaldandi sambandi við Danmark, søgdu upp undir fólkaatkvøðuna, at fólkaatkvøðan var vegleiðandi (.... fyri at fáa leiðbeining.....almenna atkvøðugreiðslu....[4] og ... vælgerfolket bør få lejlighed til at udtale sig... [3]).
Onki fleirtal, bert tveir minnilutar
Tað verður endurtikið upp í saman, at eitt fleirtal av føringum atkvøddu fyri loysing. Heldur ikki hetta er rætt.
Av øllum møguligum atkvøðum í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu als ikki og 4% vóru ógildugar.
Ella av teimum 66,4%, sum atkvøddu [2], atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskotinum, 48,7% fyri loysing og 4,1% av atkvøðunum vóru ógildugar [1].
Sostatt vóru bert tveir minnilutar, óansæð um tú roknar út frá øllum møguligum atkvøðum ella út frá øllum greiddum atkvøðum. Annar minnilutin var gott nokk størri enn hin, men tveir minnilutar vóru tað undir øllum umstøðum. Og tí fullu bæði uppskotini sjálvandi.
Og hetta kenna bæði Heini og Høgni alt til. Tá nevndarálit í løgtinginum verða løgd fram frá eini nevnd við t.d. 7 tinglimum og 3 limir eru samdir um eitt álit, 2 limir um eitt annað og 2 taka støðu í tinginum, er talan um 2 minnilutaálit. Teir 3 limirnir eru ikki eitt fleirtal, men bert ein størri minniluti enn teir tveir, sjálvt um teir 3 eru 50% fleiri enn teir 2.
Stjórnin tók eina fólkarættarliga støðu
Tá so tingið bleiv upployst og nýval útskrivað, var hetta rætt fólkarættarliga. Tingið hevði jú ikki lóggevandi myndugleika tá [7].
Sjálvandi kann eitt ráðgevandi ting ikki taka avgerð um loysing, grundað á ein minniluta, hóast hann er 1,5% størri enn ein annar minniluti, á eini vegleiðandi fólkaatkvøðu.
Og løgtingsvalið 8. nov. 1946 vísti eisini við allari týðuligheit, at føringar ynsktu ikki loysing.
Heini noktar fakta
Í viðmerking til grein mína sigur Heini O. Heinesen, at óansæð hvat stendur í løgtingstíðindum, hevur hann rætt og matematisku prosentini av fólkaatkvøðuni kann eg hava fyri meg sjálvan.
Hvat skal man tá siga? Eru loysingarfólk veruliga, sum Heini ”uden for pedagogisk rækkevidde?” Sjálvandi er tað sárt hjá bæði Heina og Høgna og øllum øðrum loysingarfólkum at skula viðurkenna veruleikan.
Men óansæð hvussu ofta og í hvussu nógv ár framyvir, loysingarfólk tvíhalda um, at føringar valdu loysing 14. sept. 46, so er og verður hetta bert endurtikin ósannindi.
Veruleikin er og verður, at ein minniluti, sum var 1,5% størri enn ein annar minniluti, atkvøddi fyri loysing á eini vegleiðandi fólkaatkvøðu, har minni enn tveir triðingar luttóku. Tí fullu bæði uppskotini. Eftirfylgjandi løgtingsval vísti, at føringar ynsktu heimastýrisskipanina.
Keldur:
[1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229
[3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))
[4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3-4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166)
[5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232
[7] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 166))










