Súrrómi

Mjólkin undan kúnni er undurfull.

Fólkið í Norðanlondum, Eystur-evropa og í Mið- og Fjareystri hava frá gamlari tíð gagnnýtt føðsluvirðið í mjólkina. Eisini sum vaksin. Annars eru tað bara børn sum eiga biokemiska eginleikan at umseta mjólkasukur, laktosa, til mjólkasýru, laktat. Tað er enzymið laktasa, ið fær hetta at henda. Vanliga hvørvir genetiska framleiðslan av hesum proteini, tá ið vit gerast 13-14 ár og vit fáa ilt í búkin av at drekka mjólk, men norðurlendingar, evropear og fólk í Mið- og Fjareystri hava við genetiskari úrveljing gjøgnum øldir varðveitt genetisku framleiðsluna av laktasu sum vaksin eisini.

Gamli lærarin hjá mær í lívfrøði í Hoydølum, Hendrik Dahl, plagdi altíð at taka til, at tað bert eru kálvar, ið eiga at drekka mjólk. Hundraðtals milliónir av vaksnum menniskjum um allan heim klára seg væl uttan at drekka mjólk. Kortini tykist tað sum at alt fleiri eginleikar í mjólk og mjólkaúrdráttum kunna geva okkum heilsubót.

Mjólk er so undurfull, at hon í røttum karmum kann halda sær sjálvari. Stendur hon í hita fara skjótt ávísar mikroorganismur at vaksa í henni. Summar eru heilsuskaðiligar meðan aðrar fermentera mjólkina, broyta konsistensin og smakkin og fáa hana at halda longri áðrenn hon spillist. Millum hesar góðu pinkuverur teljast Lactococcus lactis og Leuconostoc mesenteroides, ið við 30 hitastigum broyta mjólkina til meira gele-kendan og kremutan konsistens og nakað súrligan og smørkendan smakk. Hetta er tað, ið vit rópa fyri súrróma ella créme fraîche!

Nevndu mikroorganismur megna eisini at umseta evnið, citrat, ið finst í mjólk til evnið diacetyl, ið hevur sterkan smør-smakk. Summi neytasløg geva mjólk, ið inniheldur serliga nógv citrat. Tí vil súrrómi frá hesum neytum smakka kraftigari av smøri.

Súrrómi kann brúkast til alskyns endamál í matgerð. Reinur afturvið frískari frukt ella frukttertu ella sjokolátukøku. Eisini ber til at lata í sósum, súpanum og grýturættum. Men gevið ans, at súrrómi tolir illa hita, er hervilig at leypa saman í klumpar. Lat í til seinast, tá ið liðugt er. Tá kemur góði smakkurin eisini veruliga til sín rætt og eitt áhugavert samanspæl millum heitt og kalt kann koma undan kavi.

Í ummælunum í dag eru trý sløg av súrróma frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna og tvey sløg frá danska Arla. Skoðsmálini eru latin í mun til frískleika og reinleika og so javnvágin millum tað súrliga og smørkenda í smakkinum.


Arla créme fraîche 18 % (Miklagarður), kr. 14,95/250 g (kr. 59,80/kg)

Rættiliga frískur smakkur, men samstundis eisini vatnutur og leiðiligur. Vánaligur tunnur konsistensur. 2 stjørnur **


Arla créme fraîche 38 % (Miklagarður), kr. 14,95/250 g (kr. 59,80/kg)

Smakkurin hevur góðan súrleika, men aftur her vantar fylla í smakkinum. Hampuligur kremutur konsistensur. 3 stjørnur ***


MBM súrrómi 9 % (Miklagarður), kr. 11,15/250 g (kr. 44,60/kg)

Minni av súrleika (eins og í enskum soured cream), men frálíkur smørkendur smakkur. Fín javnvág og mjúkur konsistensur. 4 stjørnur ****


MBM súrrómi 18 % (Miklagarður), kr. 11,15/250 g (kr. 44,60/kg)

Góð javnvág millum tað feita og tað súra. Reinur og góður smakkur við fyllu. Eisini er konsistensurin kremutur sum hann skal vera. 4 stjørnur ****


MBM súrrómi 36 % (Miklagarður), kr. 13,25/250 g (kr. 53,00/kg)

Sera góður og reinur smakkur av mjólk og við røttu tónunum av súrleika og smøri. Stór fylla og sera lekkur kremutur konsistensur. Mums! 5 stjørnur *****


P.S. Kann annars viðmæla 30 ára gomlu bókina Créme Fraîche av Súsonnu Brøgger. Rættiliga saftig.