Súrligir dagar í Tinganesi

At Javnaðarflokkurin hevur sent út nýggja valskrá, hevur fingið tjóðveldisformannin at leita í frystigoymsluni eftir 50?ara- og 60?ara rakstrarrópum og skuldsetingum

 

Bergur P. Dam


At Javnaðarflokkurin hevur sent út nýggja valskrá, hevur fingið tjóðveldisformannin at leita í frystigoymsluni eftir 50?ara- og 60?ara rakstrarrópum og skuldsetingum

Formaður Tjóðveldisfloksins er súrur. Súrur, tí Javnaðarflokkurin hevur dittað sær at gjørt eina valskrá. Eina valskrá, sum í sínum heiti staðfestir tann veruleika, at í skjótt 4 ár hevur hjúklan um nationalu forfongiligheitina staðið í fremstu røð, meðan gerandisviðurskiftini hjá fólkinum hava verið trokað afturum. Eina valskrá, sum vísir á, at nú er tíðin komin, at venda hesum við, soleiðis at fáfongdin má víkja fyri lívskorunum.


Aftur í oyðimørkina

Formaður Tjóðveldisfloksins er súrur. So súrur, at hann útihýsur enn einum flokki frá samstarvi eftir komandi val. Við hetta lag verða ikki nógvir møguleikar eftir - veljarar Tjóðveldisfloksins mugu ásanna, at formaður floksins miðvíst avskrivar samstarvsmøguleikarnar eftir valið, og tískil ger seg til reiðar til enn eina oyðimarkargongd.


Aftur í steinøld

Formaður Tjóðveldisfloksins er súrur. So súrur, at hann noyðist at leita aftur í chauvinistisku steinøldina í 50- og 60?unum eftir slagorðum og skuldsetingum. Tað er sum at blaða í gomlum Dagbløðum og 14.?um, tá tú lesir skuldsetingarnar um at selja sál og framtíð.

Tað fløvar, at hann noyðist at tina upp slíka óhumsku. Tí tá vita vit, at vit eru á rættari leið. Og tað veit hann eisini, annars hevði hann ikki leika so í, sum hann ger.


Loysing og á heysin

Formaður Tjóðveldisfloksins er súrur. Súrur, tí Javnaðarflokkurin hevur sett sær ítøkilig mál um m.a. í minsta lagi at hækka pensjónirnar til ávikavist 10.000 kr fyri stakar pensjónistar og 16.000 kr um mánaðin fyri pensjónistahjún. Súrur, tí Javnaðarflokkurin vil byggja minst 160 ellis- og røktarheimspláss. Súrur, tí Javnaðarflokkurin boðar frá, at hesi bæði krøvini eru ófrávíkilig. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at hesi mál fara at koyra Føroyar á húsagang. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at í teirra loysingarpolitikki er ikki ráð at hækka pensjónirnar ella at útvega hesi røktarheimspláss. Formaður Tjóðveldisfloksins boðar frá, at í teirra loysingarpolitkki fer ein hægri prioritering av fólkaskúlanum at merkja, at Føroyar fara á heysin.

Tá er tað ikki løgið, at tað kókar yvir hjá tjóðveldisformanninum, nú ein flokkur so væleydnað hevur sett tey mál, sum merkja veruligar batar í lívskorum fólksins ovast á skránna.


Konfrontatión ella loysn

Formaður Tjóðveldisfloksins er súrur. Súrur, tí Javnaðarflokkurin ikki vil sleppa sínum sjálvstýrispolitikki. Súrur, tí Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við nationalistiska fáfongdarpolitikkinum og totalu konfrontatiónini hjá samgonguni. Súrur, tí Javnaðarflokkurin heldur fast við sína sjálvstýriskós, sum er tann, ið loysir viðurskiftini millum Føroyar og Danmark - politiskt og búskaparligt - á einum virðiligum, tryggum og varandi grundarlagi. Og sum veitir Føroyum og føroyingum veruligt frælsi.


Og forrestin? tað er so avdúkandi, at ein flokkur nú kann øsa tjóðveldisformannin við at krevja fólkið í fremstu røð. Tí tað undirstrikar, at tað ikki hevur verið fólkið, sum hevur verið í fremstu røð hjá sitandi samgongu.