Sýriskir heryvirmenn rýmdir til Turkalands

Tað almenna sjónvarpið í Turkalandi sigur, at fleiri sýriskir heryvirmenn og hermenn eru komnir um markið til Turkalands saman við sínum familjum.

Sambært sjónvarpinum er talan um ein general, tveir oberstar, tveir majorar, ein loytnant og 33 hermenn.

Tann privata turkiska sjónvarpsstøðin CNN Türk sigur, at heryvirmenninir og hermenninir høvdu familjurnar við sær um markið, og at tilsamans vóru 224 fólk í ferðalagnum.

Aðrar keldur hava upplýst, at í minsta lagi sjey flogskiparar hjá sýriska flogvápninum eru flýddir til Jordan.