Sýriskir hermenn skjóta eftir fólki

Sýriskir trygdarhermenn hava í dag skotið eftir mótmælisfólki í býnum Homs, samstundis sum aðrir hermenn hava kringsett ein býarpart í høvuðsstaðnum Damaskus, har fólk fleiri ferðir hava gingið mótmælisgongu ímóti Bashar al-Assad, forseta.

Keldur í Homs siga fyri tíðindastovunum, at nógvir hermenn og stríðsvognar eru at síggja í býnum, og at tey flestu halda seg innandura.

Tað hevur ljóðað, at minst 20 sivilfólk hava latið lív í Homs síðani mánadagin, tá trygdarhermenn tóku seg inn í býin. Tað hendi aftan á ógvusligar samanbrestir um vikuskiftið, sum sambært summum keldum kravdu umleið 30 mannalív.