Sýriski forsætisráðharrin farin av landinum

Forsætisráðharrin í Sýrialandi, Riad Hijab, er komin til Jordan við húski sínum, og sambært talsmonnum hjá andstøðuni eru hann flýddur og farin í part av andstøðuni ímóti Bashar al-Assad, forseta.

Almenna sýriska sjónvarpið sigur harafturímóti, at Riad Hijab er koyrdur frá, og at varaforsætisráðharrin, Omar Ghalawanji, skal leiða stjórnina fyribils.

Omar Hijab tók við embætinum sum forsætisráðharri í síðsta mánað stutt aftan á tjóðartingsvalið. Hann er sunnimuslimur eins og forsetin og meirilutin av stjórnini.