Sýrialand góðtekur vápnahvíld

Stjórnin í Sýrialandi er sinnað til at halda vápnahvíld í sambandi við ta muslimsku hátíðina id-adha, sum byrjar fríggjadagin, og sum varir tríggjar ella fýra dagar. Tað sigur Lakhdar Brahimi, sum vegna ST roynir at virka fyri friði í Sýrialandi.

-Eg vænti, at sýriska stjórnin fer at kunngera avgerð sína í dag ella í morgin, segði Brahimi á tíðindafundi í Kairo fyrrapartin.

Tað eru ST, USA og Arabiska Samgongan, sum hava mælt teimum stríðandi pørtunum í Sýrialandi til at binda frið í sambandi við hátíðina, sum verður hildin um somu tíð sum tann árliga pílagrímsferðin til Mekka.

Samstundis sum Lakhdar Brahimi roynir at fáa frið í Sýrialandi, arbeiðir ST við einari ætlan um at senda friðarvarðveitandi hermenn til landið, um tað eydnast at fáa eina avtalu um frið.