-- Eg eri sjálv roykjari, men eg haldi tað vera í fínasta lagi, at ein ikki roykir herinni.
--Tað er ikki meiri enn rímiligt at eitt arbeiðspláss í 2005 er roykleyst. Og tí er gott, at Sparikassin kann statuera eitt eksempul eisini á hesum øki, sigur Barbara Vang, sum starvast sum løgfrøðingur á Kredittdeildini.
Barbara hevur roykt frá ungum árum av, og roykir enn, nú hon er í starvi í Sparikassanum. Nú leiðslan hevur sett henda nýggja heilsupolitikkin í verk, hevur hon fulla virðing fyri hesi avgerðini. Tí, sum hon sigur:
- Tað er nógva aðrastaðni, at ein ikki hevur loyvi at roykja ? hugsa bara um sjúkrahúsini, flogførini og heima við hús. Hví skal so Sparikassin ikki eisini taka við eftir hinum!
Hesin nýggi heilsupolitikkurin varð av álvara settur í verk í gjár. Við hesum gongur Sparikassin á odda fyri einum heilsugóðum og roykfríum peningastovni. Og tí er vónin sjálvandi, at aðrir stovnar og fyritøkur fara at gera tað sama.
Starvsfólk leggja av at roykja
Ein liður í hesi ætlanini hjá Sparikassanum er roykiforboð innanveggja, bæði fyri starvsfólk og kundar.
Ístaðin verður nú møguleiki hjá øllum kundum at fáa nýggja frukt við diskarnar í t.d. høvuðsdeildini í Miðbýnum í Havn. Hetta tilboðið fer at standa við í eina tíð, meðan starvsfólkini fara at fáa henda møguleikan eisini í framtíðini.
Barbara er somuleiðis fegin um hetta tilboðið við fruktini. Tað vísir seg ofta, at tað tykist so tungt at skula fara út at keypa sær eina frukt.
- Nú er fruktin beint frammanfyri teg. Og tí er tað so nógv lættari at fáa hendur á henni, sigur hon.
Samstundis við hetta hava starvsfólkini fingið tilboð um stuðul til íðkan av ítrótti ella til venjingar, og stuðul til at leggja sigarettirnar á hillina.
Sjálv hevur Barbara ikki tikið støðu til, um hon fer at leggja sigarettirnar á hillina ella ikki.
-Men hetta er í øllum førum eitt sera gott tilboð, sigur hon.
Til gagns fyri kundan
At Sparikassin nú hevur sett í verk henda nýggja heilsupolitikkin merkir, at tann einstaki kundin fær eitt roykleyst umhvørvi, tá hann fer at avgreiða síni ørindi í peningastovninum.
Tey vita, at bæði virkin royking og passiv royking eru skaðilig, og eisini at frukt og grønmeti eru góð fyri heilsuna hjá fólki. So hví ikki kombinera hesi bæði saman.
-- Tá vit komu fram við hesum hugsanum fyri starvsfólkunum vóru tey sera hugaði fyri tí beinanvegin. Fleiri teirra tóku hetta sum eitt gott høvi at gevast við roykingini, meðan onnur eru farin at íðka ítrótt ella at ganga til venjingar.
-- Okkara vón er tí, at starvsfólkini fara at trívast enn betri. Á henda hátt fáa bæði tey og vit, og í síðsta enda eisini kundin gagn av hesum heilspolitikkinum, sigur Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari.
Líkt er eisini til, at kundarnir hava tikið væl ímóti forboðnum at roykja inni. Sparikassin hevur sett tey eyðkendu sigarett-rørini uttanfyri høvuðsdyrnar, og tað skilst, at fólk brúka hesi rørini at sløkkja sigarettirnar við, áðrenn tey koma inn.
-Kundarnir tykjast virða avgerðina um tað roykleysa umhvørvið. Tí tað kemur so at siga eingin kundi inn longur við tendraðari sigarett, sigur Marjun.