Súreplamos inniheldur hýggj

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar súreplamos, sum er selt í Føroyum

Ein sending av økologiskum súreplamosi, sum er selt í handlum í Føroyum, verður nú afturkallað.

Framleiðarin Fejø Frugt boðar frá, at hýggj er staðfest í »Irma’s Øko æblemost«. Tí er vøran ikki egnað at eta.

Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru at koyra vøruna burtur ella at bera hana aftur í handilin, har hon er keypt.