Søren: Vit stríddust gróthart í dag

(Rás2) Hoyr áleyparan hjá 07 Vestur, Søren Brøsted Nielsen seta orð á 4-3 heimasigurin ímóti B36 í dag

- Vit stríddust gróthart fyri sigrinum, soleiðis lýsir 07 Vestur áleyparin, Søren Brøsted Nielsen avrikið hjá sær og liðfeløgunum í 4-3 heimasigrinum hjá 07 Vestur ímóti B36 á Dungasandi í Sørvági fyrr í dag.

 

Søren Brøsted Nielsen heldur, at tað vísir ein ótrúligan moral og vilja hjá 07 Vestur, at B36 tríggjar ferðir javnar leiðsluna 07 Vestur fær í dystinum, og kortini megna teir at stríða seg til ein hart tiltrongdan og týdningarmiklan 4-3 sigur, sum merkir, at enn kann 07 Vestur bjarga sær um egin og onnur úrslit laga seg. 07 Vestur er við 22 stigum fýra stig aftanfyri EB/Streym. 

 

Søren Brøsted Nielsen undirstrikar, at John Frederiksen avrikaði framúr væl við trimum málum fyri 07 Vestur í dag.

 

Komandi sunnudag tekur 07 Vestur ímóti NSÍ, og hóast NSÍ hevur vunnið 4-0 og 7-0 ímóti 07 Vestur fyrr í ár, so trýr Søren Brøsted Nielsen uppá, at 07 Vestur aftur kann skelka eitt av liðunum í ovara endanum av stigatalvuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Søren Brøsted Nielsen aftaná 4-3 heimasigurin ímóti B36 fyrr í dag.