Heilt stóri spælarin á Argjum í gjárkvøldið, tá ið Skála vann 4-2 á AB, var álopsspælarin hjá Skála Søren B. Nielsen. Hann skoraði øll Skála málini – tvey í fyrra hálvleiki og tvey í seinna hálvleiki.
Síðsta málið skoraði Søren B. Nielsen, tá ið tað restaðu sekstan minuttir. Fýra minuttir undan leikloki lá ferfaldi málskjúttin skaddur á vøllinum. Tað sá ógvusligt út, og tað var neyðugt at bera hann út á børu.
- Tað var í skotroynd, at Søren varð taklaður. Vit vóru kløkkir, men tíbetur vísir tað seg ikki at vera so álvarsligt, sum tað sá út til at vera júst tá. Søren er kannaður væl og virðiliga, og tað er staðfest, at einki er brotið. Talan var um dygt slag í tjúkkan, sum ber við sær, at Søren ikki fær vant og tískil ikki verður við leygardagin á heimavølli ímóti B36, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
Hóast tað sá álvarsligt út í gjárkvøldið, so verður tað roknað við, at Søren B. Nielsen verður førur fyri at venja aftur um nakrar vikur.
Enn er tað ikki formliga staðfest, hvar danski álopsspælarin fer at spæla næsta ár, men tað tykist liggja í kortunum, at tað aftur næsta ár verður á Skála.
Søren B. Nielsen spældi fyrsta dystin við Skála 27. juli, tá ið Skála tapti 3-1 í Klaksvík, og Søren skoraði Skála málið. Hann hevur spælt ellivu dystir og hevur verið rættur liðspælari, men tað hevur gingið eitt sindur striltið við at skjóta mál. Annað málið varð skorað í 2-2 dystinum í Sarpugerði 23. september, og so var tað ein mánað seinni, í gjárkvøldið 23. oktober, at Søren B. Nielsen skoraði aftur, og tað var ikki við mýkindum, tí hann skoraði í gjárkvøldið fýra mál í einum og sama dysti.
Higartil hevur Søren B. Nielsen, sum annan leygardag verður 28 ár, sambært faroesoccer.com spælt 52 dystir í føroyskum fótbólti. Í fjør og fyrra árið umboðaði hann 07 Vestur. Í 2016 var tað í fyrstu deild, tá ið hann skoraði 26 mál, og í fjør var tað í fremstu røð, tá ið hann í 20 dystum skoraði níggju mál.









