Eftir at hava sent LIVE á DR í 28 ár úr urtagarði sínum, sigur Søren Ryge Petersen, at nú er liðugt.
Hann er farin um tey 75 árini, og heldur, at tíð er at finna hurðina, meðan hann sjálvur kann.
Men hann sigur tó, at møguliga verður hann vertur í onkrari sending, um hann, ella Danmarks Radio, finna uppá okkurt gott.
- Vit kenna hvønn annan,sigur Søren Ryge við danskar miðlar.
Søren Ryge hevur gjørt sendingar úr Føroyum, og hevur t.d. verið á vitjan hjá Tróndi Patursson, listamanni.