Sýrar brynja seg við markið

Ein generalur, sum er rýmdur úr sýriska herinum og farin í part við uppreistrarmonnunum, vil vera við, at sýriski herurin hevur savnað umleið 170 stríðsvognar norðan fyri býin Aleppo, sum er tætt við turkiska markið. Tíðindini eru ikki váttað aðrastaðni.

Generalurin, sum eitur Mustafa al-Sheikh, sigur, at stríðsvognarnir eru tætt við bygdina Musalmieh, sum er 30 kilometrar frá markinum.

-Annaðhvørt hevur herurin savnað stríðsvognararnar har, tí at Turkaland hevur flutt herútgerð ímóti markinum, ella skulu stríðsvognarnir søkja at uppreistrarbygdum og -býum norðan fyri Aleppo, sigur generalurin.

Turkaland hevur flutt loftverjuútgerð til markið, eftir at sýrar skutu eitt turkiskt stríðsflogfar niður.

Meðan tey bæði londini flyta herútgerð til markið, royna Vesturheimurin og fleiri arabisk lond at finna eina semju á stríðnum í Sýrialandi. Í morgin fara umboð fyri stórveldini og nøkur arabisk lond at viðgera spurningin á einum fundi í Genéve.