Sjey ungir, føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í evropeisku juniormeistarastevnuni, ið verður hildin í Ungarn. Fimm av hesum svimjarum hava verið í hylinum í dag.
Í gjár setti Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelagi føroyskt- og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, og í dag endurtók hon bragdið frá í gjár. Tað skrivar svimjing.com.
Sára Ryggshamar Nysted, Jana Bjartalíð Thomsen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svumu allar 400 metra frísvimjing í dag. Best gekk tað hjá Sáru, sum við tíðini 4:22.79 setti persónligt, føroyskt og juniormet í hesari svimjigrein.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam teinin við tíðini 4:30.52, meðan Jana Bjartalíð Thomsen svam hann við tíðini 4:34.87
Ásbjørg Hjelm úr Ægir tók lut í 200 metra bringusvimjing, har hon kom inn við tíðini 2:48.03.
Síðsti føroyski svimjarin í hylinum í dag var Marius Ihlen Garðshorn úr Havnar Svimjifelagi, ið gjørdist bert triði føroyingurin nakrantíð at hava megnað at svomið 1500 metra frísvimjing undir 16 minuttir. Marius setti nýtt persónligt met við tíðini 15:58.96.










