Sára Rannváardóttir Vatnhamar besti libero

EM-flogbóltur: Heiður til føroyskan libero

Eftir at seinasti dysturin í EM-kappingini varð leiktur í Schaan í Liktenstein í gjárskvøldið millum Liktenstein og Luksemborg, sum Luksemburg vann 3-0, var hátíðarløta, har bestu spælararnir vóru kosnir.

 

Undir hesi hátíðarløtuni varð almannakunngjørt, at Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr, varð kosin besti libero í kappingini. Sára hevur havt eina sera góða kapping, og hevur verið viðvirkandi til, at Føroyar kláraðu at vinna seg fram 2. plássið í kappingini, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Føroyar spældu fýra dystir og vunnu 3-1 á Skotlandi og 3-0 á Liktenstein og Wales, men tapti 3-1 ímóti Luksemborg. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í dag.

 

Endaliga støðan í kappingini gjørdist:

1. Luksemborg

2. Føroyar

3. Skotland

4. Liktenstein

5. Wales