Sær svart út hjá Heina og Helsingør

Í gjár vóru teir ljósabláu úr Helsingør á vitjan hjá Fredricia, sum liggur á 8. plássi í deildini. Tað sá annars gott út hjá Helsingør, tá ið teir fóru til hálvleiks við 12-11 leiðslu. Í 2. hálvleiki gekk tó ikki longur, kanska serliga tí málmaðurin hjá Fredricia vísti stórspæl og at Heini Hanusarson, sum plagar at vera málsøkin, einki mál fekk hendan dagin.

 

Helsingør liggur framvegis til at leika um niðurflyting. Teir liggja á næstaftasta plássi við seks stigum, og tað eru seks stig upp til plássið, sum ber trygd fyri framhaldandi tilveru í deildini.

 

Komandi vikuskifti fer Helsingør at fáa vitjan av sterka GOG, sum í løtuni liggur á 4. plássi.