Signar á Brúnni hevur um vikuskiftið verið í loftmiðlum við áskoðan síni um arbeiðssteðgin og ósemjuna millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.Tað løgna við hesum var, at hann tóktist samdur við mongum, ið Lærarafelagið førdi fram og tískil ósamdur við partamanni sínum, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra. Signar á Brúnni, landsstýrismaður við menta- og undirvísingarmálum, metir vera rætt og rímiligt av Føroya Lærarafelag at vísa á øktu arbeiðsbyrðuna, ið nýggja fólkaskúlalógin hevur við sær
Sigur ikki eitt í dag, og annað í morgin
.Spurdur, um hann við slíkum úttalilsum ikki er bangin fyri at gera støðuna hjá partamanni sínum, fíggjaramálaráðharranum Kartin Hansen, verri, sigur Signar á Brúnni, at hann sigur ikki annað, enn hann altíð hevur sagt og at hetta ikki snýr seg um partapolitikk.
- Eg sigi ikki eitt í dag, og annað í morgin. Eg sigi tað, eg havi sagt alla tíðina. Tá nýggja lógin varð løgd fram fyri løgtingið, sat eg í andstøðu. Í dag siti eg í samgongu, men ein eigur altíð at hava seriøsa viðgerð av málum, sigur Signar á Brúnni.
Orsøkin til truplu støðuna
Hóast Signar á Brúnni hevur verið frammi við, at hann heldur Lærarafelagið hava ávísan rætt í krøvum sínum, so sigur hann seg ikki duga at seta neyv tøl á í hesum málinum.
- Longu tá lógin varð løgd fram vísti eg á, at ongar útrokningar vóru gjørdar, ið vístu kostnaðin, ið hon hevði við sær. Lærarafelagið kom tá við útrokningum og sammetingum við Danmark og vísti á útreiðslur uppá einar 80 - 90 milliónir. Onnur vístu á einar 40 milliónir. Í dag sigur Lærarafelagið einar 18 milliónir í ár. Tá lógin kom fyri løgtingið, fekk tingið at vita, at kostnaðurin var einar 8 - 9 milliónir. Tí er støðan so trupul í dag, vísir Signar á Brúnni á.
Ikki stríð millum partamenn
Hann vísir á, at hetta er als ikki tvídráttur millum partamenn, hóast Signar á Brúnni sum landsstýrismaður við skúlamálum hevur úttalað seg og ikki tykist samdur við samráðingarmótpartinum hjá Lærarafelagnum, Karsten Hansen, ið er partamaður hjá Signari.
- Hetta er ikki tvídráttur millum meg og Karsten Hansen, sigur Signar á Brúnni, sum tó vísir á løgnu støðu sína, tí hann hevur einki við sjálvar samráðingarnar at gera, men situr tó eftir sum Svarti Per, tá avleiðingarnar koma.
Kundu nýtt tíðina betri
Signar á Brúnni sigur, at hann hevði sagt tað sama, uttan mun til, um fíggjarmálaráðharrin var ein annar og uttan mun til flokk.
- Hetta snýr seg ikki um partamenn, ella ikki, men um at viðgera eitt mál seriøst, sigur Signar á Brúnni, ið væl skilir Karsten Hansen, ið ikki vil geva meira í hækking, enn tey 6,5%, ið onnur feløg hava fingið.
- Men so mugu partarnir seta seg niður og finna útav, hvat tað er, sum er nýtt í lógini og hvat hetta hevur við sær. Eg haldi, at partarnir kundu havt nýtt tíðina betri, sigur Signar á Brúnni.
Verkfall rakar ósek
Signar á Brúni metir, at støðan í skúlunum nú er ikki haldgóð, nú arbeiðssteðgur er, og Lærarafelagið umhugsar at herða tiltøkini.
- Verkfall rakar altíð tey óseku. Nú eru tað foreldur og børn og mong øki kring landið eru hart rakt, sigur Signar á Brúnni, sum tí vónar eina skjóta loysn á sáttmálaósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarfelag.
Sær svart út
Men Signar á Brúnni viðgongur, at tað tykist trupult at fáa partarnar at nærkast hvør øðrum.
Tá semingsmenninir fyri viku síðani komu við sínum uppskoti undir samráðingunum undan arbeiðssteðginum, helt Signar á Brúnni, at teir høvdu gjørt gott avrik og at møguleiki var fyri semju.
- Eg helt semingsuppskotið vera gott og nakað, ið báðir partar kanska kundu góðtaka. Men staðfestast má, at hvørgin parturin tók við semingsuppskotinum, og tí sær svart út. Talan kann óivað gerast um drúgvan arbeiðssteðg, metir Signar á Brúnni.
Samband hevur ikki verið millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, síðani tað brast týskvøldið. Lærarafelagið hevur tó gjørt greitt, at har meta tey, at bólturin liggur hjá Fíggjarmálastýrinum. Semingsmenninir ætla ikki sjálvir at taka stig til samráðingar, men bíða, til partarnir heita á teir.