Kvinnuflogbóltur
ÍF hevur á pappírinum lætta uppgávu leygardagin í dystinum ímóti KÍF. Liðið hjá ÍF gerst bara betri og betri, og í seinasta leikumfari vunnu tær ógvuliga sannførandi á Mjølni í Klaksvík. Tað hendir ikki ofta, at ÍF vinnur í Klaksvík, og tað undirstrikar enn meira, at liðið í ár hevur styrkina og viljan at vinna gullið. Í løtuni sær eingin út til at kunna standa ÍF tørn, og tí er ikki væntandi, at KÍF kann skala toppliðið.
Klassikari í Klaksvík
Tað vóru tær tíðir, tá ið føroyameistaraskapurin varð avgjørdur í dystinum millum Mjølnir og Fleyr. Verður hugt at hagtølunum, so hevur Mjølnir, síðan meistaradeildin varð skipað í 1986, vunnið 9 meistaraheiti. Fleyr hevur vunnið 6 meistaraheiti, og bara tvær ferðir hevur annað felag vunnið meitraraheitið ? tvey tey seinastu kappingarárini.
Nógv má sigast vera broytt síðan tá, tí hóast Mjølnir enn er við í oddastríðnum, so er felagið als ikki so sterkt sum tá, og um Fleyr er at siga, at støðan er best lýst við stigatalvuni. Hon lýgur ikki, og Fleyr er á aftasta plássi. Bara ein sigur higartil í ár.
Hesin klassikarin er tí ikki so spennandi sum onkuntíð, men tó syrgir søgan fyri, at liðini bæði leggja alt í at vinna. Hjá Mjølni er sigurin avgerandi fyri at fylgja oddaliðnum. Hjá Fleyr má og skal skeiva gongdin vendast og tað kann eins væl gerast í Klaksvík sum aðrastaðni. Tó er als eingin ivi um, at Mjølnir er stórfavorittur undan dystinum.
Dráttur ógvuliga svingandi
Dráttur hevur higartil í kappingarárinum verið ógvuliga svingandi. Spælið er ov óstøðugt. Í dystinum ímóti Mjølni í vikuni sást hetta skilliga. Dráttur fekk bank og vísti als ikki styrki til at kunna gera seg galdandi í toppinum. Helst má Dráttur taka til tokka við at vera ?millumlið? millum toppin og botnin í bestu kvinnudeildini. Møguleiki er hjá vágagentunum at mótprógva hetta í dystinum ímóti TB sunnudagin. Tá skullu aðrir bollar í suppuna, um ikki enn eitt stórtap skal gerast veruleiki. TB-liðið spælir væl og tvørágentur skulu vinna fyri at kunna fylgja ÍF í oddinum, so Dráttur hevur sera torføra uppgávu.