Fyri fimtu ferð í ár hittust HB og VB til dyst. Liðini hava dystast eina ferð í landskappingini, og seinna hálvfinalan leygardagin var fjórði dysturin teirra millum í steypakappingini. Fyrra hálvfinalan í Vági endaði við javnleiki 1-1, og tí var alt púra opið undan dystin í Havn leygardagin.
Ungur miðvøllur
Í oddadystin í landskappingini mikukvøldið ímóti NSI høvdu havnarmenninir ognað sær tvinni reyð kort, og tað merkti, at hvørki liðskiparin Rúni Nolsøe ella bakkurin Janus Joensen kundu verða við í dystinum ímóti vágbingum. Harafturat hevði leikandi venjarin, Heine Fernandez, ein snudd at dragast við, og tað gjørdi, at hann byrjaði á beinkinum. Vágbingar noyddust at verða sterka litaviska áleyparan Mindaugas fyriuttan, tí at hann var leikbannaður. Harafturat er hin litavin, Dalius, sjúkur, og hann er farin heim til Litava at koma fyri seg.
HB-liðið var tí nógv broytt í mun til mikukvøldið, og teir tríggir leikararnir, ið nú sótu uttan fyri, blivu avloystir av trimum unglingaleikarum. HB stillaði upp í eini 4-3-3 uppstilling. Miðvøllurin var hesaferð mannaður við 23 ára gamla Kára Nielsen sum elsta manni og so teimum báðum unglingaleikarunum, Rókur av Fløtum Jespersen og Emil Nolsøe Leifsson. Harafturat avloysti Rasmus Nolsøe leikbannaða Janus Joensen á vinstra bakki.
Hjá VB var Mortan úr Hørg við aftur, og leikbannið hjá Mindaugas hevði við sær, at Birgir Jørgensen slapp at royna seg heilt har frammi.
Jákup fekk hol á
Tað var HB, sum hevði greiða yvirvág í spæli fyri steðgin. Teir báðir kviku vengurnir hjá HB, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, sendu nógvar bóltin inn í brotsteigin, men Anders Sørensen og Eyðun Jacobsen hjá VB royndust drúgvir ímót Rógva Jacobsen hjá HB. Men verjan hjá VB fekk einki gjørt, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um 20 minuttir gamal. Ein bóltur bleiv sendur innfyri úr vinstra borði, og Rógvi Jacobsen longdi við høvdinum. Bólturin stakk fyri føturnar á Jákupi á Borg, og við einari róligari innarsíðu kundi hann skora sítt fyrsta mál fyri HB og leggja heimaliðið á odda 1-0.
Havnarmenninir høvdu bóltin nógv í fyrra hálvleiki, men tað gekk striltið hjá teimum at spæla seg til opnar málmøguleikar. Hinvegin gjørdust vágbingar sera lítið um seg fyri steðgin, og vanliga so sterki miðvøllurin hjá VB við Milan Kuljic á odda fekk ikki nógv burturúr. Ein av orsøkunum til hetta var ungi Emil Nolsøe Leifsson hjá HB, sum veruliga tók av, tá ið hann fekk høvi til at royna seg frá byrjan á besta liðnum. Emil tykist avgjørt verða ein framtíðar maður hjá HB, tí hóast sín unga aldur, so tordi hann at fara inn á miðvøllin og stýra bæði í spæli og við at tosa til sínar viðleikarar.
Stórur saknur í Mindaugas
Í seinna hálvleiki lækkaði leikferðin munandi. Vágbingar komu meiri og meiri inn í dystin, men teir høvdu ilt við at fáa spælið niðan á HB-hálvuna. Havnarmenninir tóktust sum um, at teir bert vildu hava tíðina at ganga. VB fekk tó lagt eitt ávíst trýst á seinasta korterið, men framvegis høvdu teir stórar trupulleikar við at gerast veruliga vandamiklir. Saknurin í Mindaugas var stórur, tí at hann er ein álopsleikari, sum reikar nógv, og sum ofta kemur aftur á miðvøllin eftir bóltinum fyri síðani at bjóða verjuni hjá mótstøðuliðnum av. Ein slíkur maður hevði havt stóran týdning fyri vágbingar leygardagin, tí álopið hjá VB var sera tannleyst.
Onkuntíð leikaði eisini hart á framman fyri málinum hjá HB, men framvegis var bíðað eftir tí opna møguleikanum, sum tó ongantíð kom. Ístaðin vóru tað HB, sum vóru vandamiklir í kontraspælinum, tí VB hevði flutt so nógv fólk fram. Tað var eisini eftir júst eitt slíkt kontraálop, at HB køvdi steypadreymarnar hjá vágbingum, tá ið tíðin var um at verða farin. Rógvi Jacobsen slapp at renna allan vegin oman ímóti málinum hjá VB, og hann hevði bæði Heina Fernandez og Páll M. Joensen við sær. Rógvi valdi at royna sjálvur, men royndi sjálvur. Eitt VB-bein kom fyri, men bólturin stakk beint yvir til Heina Fernandez, og vandamikli danin setti vinstra fótin undir bóltin, og so var dysturin avgjørdur.
Stór breidd
Við sigrinum á VB hevur HB tryggjað sær sess í steypafinaluni, har teir skulu dystast við NSÍ. Hetta er fjórðu ferð seinastu sjey árini, at HB er í finaluni, og ikki kann sigast annað enn, at tað sær gott út hjá teimum. Hópurin er stórur, og at breiddin er góð, sást væl leygardagin, tá ið unglingaleikarar komu inn og lyftu byrðina eftir meiri royndar leikarar. Tá ið so eisini verður havt í huga, at menn sum Bárður Johannesen, Hans á Lag og Martin Christensen hava verið skaddir leingi, og kanksa verða tøkir aftur skjótt, kann ikki annað sigast, enn at tað sær heilt gott út hjá føroyameistarunum.