Sær fram til rættarmálið

Í dag skulu teir fýra verjarnir hjá Anders Behring Breivik á garðin, har yvirgangs-og hópdrápsmaðurin gjørdi sína bumbu og búði seinastu mánaðirnar fyri yvirgangsatsóknina í Oslo.

Verjin, Geir Lippestad, sigur, at Breivik sær fram til sjálva rættarsóknina, men hann heldur ikki, at Breivik í løtuni sær longur fram enn til sjálvt rættarmálið.

- Eg havi í hvussu er ikki tosað við hann um nakað, sum liggur longur frammi. Breivik gleðir seg ikki til rættarsóknina, men hann sær fram til, at hesin parturin kann leggjast aftur um, sigur Lippestad.

Anders Behring Breivik hevur áður sagt, at hann ikki viðurkennir norsku rættarskipanina, og hann hevur eisini biðið um at sleppa fyri ein hernaðardómstól, tí hann metir, at hann er í kríggi við Arbeiðaraflokkin.

Hópdrápsmaðurin hevur nú sitið avbyrgdur í meiri enn tríggjar mánaðir, men Geir Lippestad væntar ikki, at Breivik fer at sita avbyrgdur heilt fram til rættarsóknina, sum helst byrjar næsta vár.

- Tað er ikki gott fyri eitt menniskja at sita avbyrgdur so leingi. Tað kann føra til sálarligar trupulleikar. Vit hava arbeitt við, at Breivik skal fáa eitt innihald í gerandisdegnum og sleppa at møta øðrum menniskjum.

Verjin sigur, at fundur var herfyri við fongsulsleiðsluna, har spurningurin varð umrøddur.

- Læknar og fakfólk hava havt eitt vakið eyga við Breivik, og vit eru fullvísir í, at fongslið tekur hetta mál ógvuliga seriøst, sigur Geir Lippestad.

Anders Behring Breivik situr formelt ikki avbyrgdur longur, men situr í einum parti av fongslinum við neyvum eftirliti, har hann í praksis er avskorin frá at hitta aðrar fangar.

- Hesi viðurskifti eru galdandi fram til 8. februar næsta ár, og vit vænta, at viðurskiftini hjá honum í fongslinum eftir hetta verða meiri vanlig, sum tíðin gongur, sigur Geir Lippestad, verji hjá norska yvirgangs-og hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik.