Sær eitt lítið sindur

Tað var ikki ein dartpílur, men ein fløska, sum rakti serbiska spælaran Zarko Sesum undir hálvfinaludystinum millum Serbia og Kroatia í gjárkvøldið. Hetta hendi, tá hann var á veg út til steðgin. Fløskan var eftir øllum at døma ikki ætlað Zarko Sesum, men kroatiska spælaranum Ivano Balic, sum stóð undir liðini á honum.

 

-Onkur uppi á áskoðaraplássunum tveitti fløskuna og rakti meg beint í høgra eygað, so nú síggi eg bara eitt lítið sindur við tí, sigur Zarko Sesum við heimasíðuna hjá týska felagnum Rhein-Neckar Löwen, sum hann dagliga spælir fyri.

 

Sesum Zarko varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús í gjárkvøldið. Hann er á gistingarhúsi nú, men týsku arbeiðsgevarar hansara ætla at fáa hann til Týsklands sum skjótast, so hann kann koma til ein serlækna har.

 

Hinir serbisku spælararnir hava verið og vitjað tann óhepna liðfelagan.

 

Tilburðurin hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum. Eitt nú verður spurt, um teir donsku spælararnir kunnu kenna seg tryggar til finaluna ímóti serbum í morgin. Venjarin, Ulrik Wilbek, heldur, at danir kunnu kenna seg tryggar. Tað ber neyvan heldur til at bera ein dyst millum serbar og kroatar saman við ein dyst millum serbar og danir.