Gransking
Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingarnar á landgrunninum, og nú er skipið við manning farið út á Føroyabanka at gera yvirlitstrolingar har.
Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, sum skal brúkast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa.
Toktleiðari á túrinum á landgrunninum var Jákup Reinert, sum eisini hevði onnur fólk við sær av Havstovuni.
Yvirlitstrolingarnar hava eisini til endamáls at kanna veiðina í vekt, tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av hesum fiskasløgum, eins og magar skulu takast og kannast. Tilfar til aldursgreining av havtasku og svartkalva skal eisini fáast til vega í hesum kanningum.
Kanningarøkið er kring allan landgrunnin, grynri enn 500 metrar. Ávíst tal av støðum verður tikið í hvørjum øki. Økini eru 15 í tali, og tilsamans eru 100 støðir fyri allan landgrunnin. Tað eru somu støðir, sum um somu tíð verða tiknar á hvørjum ári.
Fyribils úrslit
Havstovan kann ikki við vissu siga nakað nágreiniligt frá yvirlitstrolingunum, fyrr enn nytrurnar eru lisnar, og øll data frá túrunum eru løgd í basu. Tó tekur stovnurin nøkur ávegis úrslit fram í ávegis frágreiðing, sum toktleiðarin hevur skrivað.
Tilsamans 46 ymisk fiskasløg vórðu veidd á hesum báðum túrunum, umframt mathøgguslokk, agnhøgguslokk, hummara og ymiskt annað, ið er bólkað sum skrambul, eitt nú krossfiskar, igulker og grót. Hetta er nakað meiri enn vanligt.
Av fiskasløgunum var nógv mest av toski, síðan kemur hvítingsbróðir, upsi, hýsa, lítli kongafiskur og gulllaksur. Hýsa fekst á 87% av støðunum, toskur á 86%, upsi á 83% og lítli kongafiskur á 72% av støðunum.
Jákup Reinert sigur, at størsti denturin á hesum túrum verður lagdur á tosk, hýsu og upsa, men eisini fæst ein ávís ábending um, hvussu støðan hjá øðrum fiskasløgum er.
- Eitt nú er hvítingsbróður vaksin nógv seinastu fýra árini og tykist vera heilt væl fyri. Eisini tykist longa, brosma, lítli kongafiskur og gulllaksur vera væl fyri. Hinvegin hevur lítið verið til av svartkjafti seinastu árini.
Taka vit fiskasløgini, tosk, hýsu og upsa, er tað serliga tølini fyri upsa, sum skulu takast við stórum fyrivarni. Upsi gongur í torvum, og verður rakt við eina upsatorvu, fæst nógv – og annars fæst lítið. Úrslitið sigur tí ikki so nógv um, hvussu nógv er til í økinum, har roynt verður.
- Nakað tað sama er galdandi fyri tosk í gýtingartíðini, sum er nú í mars. Tá savnast fiskurin ofta og stendur tættur í smáum økjum. Verður tóvað á tílíkum økjum, fæst nógv – uttan, at tað neyðturviliga merkir, at stovnurin er stórur, sigur Jákup Reinert.
Ungur fiskur
Í ávegis frágreiðingini, sum Havstovan hevur gjørt um yvirlitstrolingarnar á landgrunninum, verður víst á, at stóra royndin eftir eitt nú toski ger, at stórur partur av stovninum er ungur fiskur.
- Tað verður tí tilgongdin av ungfiski tey einstøku árini, sum í stóran mun ger av, hvussu stórur stovnurin er.
Avleiðingin er, sigur Jákup Reinert, at bæði stovnur og veiða vilja vera skiftandi ár undan ári, tí tilgongdin er skiftandi.
- Vektin á einstøku fiskunum hevur sjálvandi eisini týdning fyri,
hvussu stór stovnsvektin er. Í ár vóru bæði toskur, hýsa og upsi hampiliga væl fyri.
Á eini talvu, sum fylgir ávegis frágreiðingini, vísir fiskifrøðingurin á, hvussu skjótt toskastovnurin kom fyri seg aftur eftir tey sera vánaligu kreppuárini tíðliga í nítiárunum. Orsøkin var teir sera góðu árgangirnir frá 1992 og 1993. Eisini hýsa vaks skjótt, og her vóru tað 1993 og 1994-árgangirnir, ið skaraðu framúr.
- Góð tilgongd hevur síðan fingið allar tríggjar stovnar at vaksa, men frá 2002 er toskastovnurin nógv minkaður til søguliga lág virði. Síðan 2007 er stovnurin tó vaksin aftur, men enn er langt eftir til støðið tey góðu árini.
Jákup Reinert sigur, at úrslitini frá yvirlitstrolingunum á landgrunninum í vár vóru eitt vet lakari enn í fjør.
- Alt bendir á, at toskastovnurin er í menning aftur, men júst hvussu nógv, er trupult at meta um bert út frá hesum kanningum. Ikki fyrr enn nytrurnar eru lisnar um einar tvær vikur, kann aldursbýtið í stovninum verða roknað, so at eitt nú støddin á nýggjum árgangum kann verða mett.
Men umráðandi er, leggur hann dent á, at smáfiskurin fær
frið at vaksa, so at toskastovninum veruliga kann koma fyri seg aftur.
Glottar fyri stavn
Yvirlitstrolingarnar á landgrunninum vísa, at hýsuveiðan er minkað støðugt síðan ár 2002 og fyribilsúrslitið, sum fyriliggur frá yvirlitstrolingunum hesaferð, er á leið tað sama sum í 1994.
- Størsta orsøkin til hesa minking stavar helst frá vánaligari tilgongd í nógv ár. Minkingin seinasta árið var ikki stór og nakað av smáari hýsu, sum varð gýtt í fjør, varð fingið í ár. So helst eru glottar fyri stavn - eisini fyri hýsu, leggur fiskifrøðingurin aftrat.
Um upsa, endurtekur hann, at her eru stórar óvissur við slíkum kanningum, og tí skulu niðurstøðurnar takast við fyrivarni.
- Hóast stovnurin tykist vera í minking, er líkt til, at upsastovnurin kortini er lutfalsliga væl fyri, sigur Jákup Reinert, toktleiðari.









