Flogbóltur
Einki talar fyri, at nakað merkisvert úrslit verður at síggja í flogbóltskappingini um vikuskiftið, tí av teimum tilsamans fýra dystunum, sum eru á skránni, er tað bert kvinnudysturin millum Fleyr og Drátt, ið má metast at vera dystur millum tvey jøvn lið.
Hinvegin er tann dysturin ikki meira spennandi enn so, at hann er millum nummar fýra og fimm á stigatalvuni í Eik-liguni hjá kvinnum. Vinnarin kemur ikki hægri enn fjórðaplássið, men hevur so tvey stig niður til fimtaplássið. Dráttur vann herfyri tvær ferðir á rað á Fleyr, sum síðani ikki hevur víst nakra beinleiðis orsøk til, at liðið skal roknast sum favorittur sunnudagin.
Í hinum báðum kvinnudystunum skulu SÍ og TB á útivølli spæla ímóti teimum báðum niðastu liðunum, ávikavist ÍF og KÍF. TB kann ikki vænta sær trupulleikar í Kollafirði, og tað kann SÍ neyvan heldur vænta sær á Kambsdali, hóast ÍF í vikuni tók eitt sett frá Mjølnir. Við øðrum orðum fer TB at yvirhála Mjølnir, samstundis sum SÍ framvegis verður fýra stig á odda.
Fjórði dysturin er í Eik-liguni hjá monnum, har ÍF á Kambsdali tekur ímóti SÍ. Síðstu dystirnar hevur sæð út til, at sørvingar eru vorðnir munandi stinnari, meðan ÍF enn haltar langt aftanfyri og nokk mest hugsar um at spæla ungar menn inn á liðið, sum framtíðin kann byggja á. Her er SÍ stórfavoritturin, ið hevur beina kós í FM-finaluna ímóti Mjølnir.










