Súni umhugsar at rýma úr AaB

Súni Olsen hevur ikki spælt á besta liðnum hjá AaB í nógvar vikur, og hann er sjáldan við í hópinum. Tað líkar ikki gøtumanninum, sum hevur sáttmála við AaB til næsta summar.

 

Súni Olsen sigur í dag við heimasíðuna bold.dk, at hann umhugsar at rýma úr AaB.

 

- Eg passi arbeiðið hjá mær so væl, sum eg kann, men um tað ikki hendir okkurt næsta hálva árið, so leingi eg ikki sáttmálan við AaB, sigur Súni Olsen, sum hevur spælt tríggjar dystir á besta liðnum í heyst, men annars hevur spælt fyri 2. lið hjá AaB.

 

- Tríggir dystir eru ikki nóg gott fyri meg. Vit hava staðið okkum væl við 2. deildarliðnum, men mín ambitión er ikki at spæla í 2. deild. Eg vil spæla í toppinum, sigur Súni Olsen við bold.dk