Súni slapp fram at aftur

Eftir at hann í nøkur umfør ikki hevur verið á besta liðnum, var Súni Olsen ímillum teir fyrstu ellivu hjá AaB í superligadystinum ímóti AGF í gjár. Jón Rói Jacobsen var ikki í AaB ferðalagnum í Århus.
Úrslitið av dystinum var 1-1, og harvið hevur hvørki AaB ella AGF, sum so at siga er flutt niður í næstbestu deildina, vunnið síðani vetrarsteðgin. Súni Olsen varð skiftur út í 69. minutti, og eftir dystinhelt hann, at avrikið í Århus var gott.
- Innsatsurin hjá okkum var góður, hóast vit ikki altíð spædu so væl. Vit skuldu havt skorað minst einaferð í fyrra hálvleiki, men tað var gott, at vit fingu javna í seinna hálvleiki, segði hann við heimasíðuna hjá AaB.