Súni skoraði á Kypros

Mikudagurin var góður hjá øðrum føroyska landsliðsspælaranum, sum í hesum døgum er á venjingarlegu á Kypros við AaB. Talan er um Súna Olsen.

Týsdagin slapp Súni ikki upp í part, tá ið bestu AaB spælararnir vunnu 2-1 ímóti pólska toppliðnum GKS Belchatów.

Mikudagin royndu teir næstbestu AaB spælararnir seg á Kypros ímóti FK Teplice úr Kekkia. Hetta liðið er á 8. plássi í kekkisku kappingini, og teir spældu við besta liðnum ímóti AaB. Úrslitið var 1-1, og Súni Olsen javnaði til 1-1 við brotssparki. Tað var um reppið, at Súni Olsen skoraði sigursmálið, tá ið hann í besta Becham stíli sendi fríspark ímóti málinum.

Súni Olsen er um at koma fyri seg, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Súni var annar av miðverjunum, og AaB venjarin, Erik Hamrén, rósti føroyska spælaranum, sum hann metti hevði víst fínt avrik í plássi, sum hann ikki er vanur at spæla í.

Hjá Jón Róa Jacobsen tykist tað framvegis at resta nakað í, áðrenn hann er komin seg heilt eftir drúgva skaðasteðgin síðsta ár. Jón Rói er við á venjingarleguni á Kypros, men hann er smáskaddur, og tí er hann ein av teimum fáu 26 AaB spælarunum, sum eru við á venjingarleguni, og sum ikki enn hava roynt seg í dysti.