Súni skoraði aftur

Súni Olsen hevur rættiliga gjørt um seg á AaB-liðnum, sum stendur seg so væl í Viasat steypakappingini. Sunnudagin spældi AaB fyrru fjórðingsfinaluna ímóti AGF, og AaB vann heili 3-0. Súni Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá AaB, og tað var eisini hann, sum setti gongd á málskjótingina. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk AaB brotsspark, og tað setti Súni Olsen trygt í málið. Í seinna hálvleiki økti AaB tvær ferðir. Við hesum greiða sigri hevur AaB mest sum spælt seg í hálvfinaluna í Viasat Cup, har vinnandi felagið fær tríggjar milliónir krónur.