Súni Schwartz Jacobsen skal einsamallur stýra TF Holding í framtíðini, og tað verður ikki settur nýggjur stjóri fyri Regin Hammer, sum herfyri varð koyrdur frá sum stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar.
Tað upplýsir Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding fyri útvarpinum. Hann sigur, at Súni Schwartz-Jacobsen einsamallur skal mynda samtakið í framtíðini.
Arni Brattaberg sigur eisini við útvarpið, at nýggja nevndin fer at endurskoða allan bygnaðin í samtakinum í heyst.
Nevndin í Tryggingarfelagnum Føroyar skal nú finna nýggjan stjóra fyri Regin Hammer. Lars Bonde, sum er nevndarformaður, upplýsir fyri útvarpinum, at ætlanin er, at ein nýggjur stjóri verður setturí seinasta lagi fyrst í oktober, og at felagið hevur biðið headuntarafyritøkuna Amrop um at finna nýggjan stjóra.
Hetta er headhuntarafelag dugir serliga væl at finna fólk í fíggjarheiminum – men í hesum førinum er treytin, at tað er ein føroyingur – í Føroyum ella uttanlands, og at hann skal búgva í Føroyum, tá hann er settur í starvið.










