Súni royndi eydnuna í Løvens Hule

Havnarmaðurin Súni Christiansen hevur ment eitt tól, sum kann bryggja kaffi í bilinum

Í kvøld varð síðsti partur av fjórðu sesong av Løvens Hule vístur á DR1. Og hesa ferð var føroyski Súni Christiansen við. Hann vísti sína nýmentu vøru fram fyri teimum fimm íverksetunum við vón um eina ílegging frá teimum.

 

Súni Christiansen hevur ment eina serliga termokannu, sum ger tað gjørligt at bryggja kaffi í bilinum. Hesa kallar hann Caraffee. Longu strekkini millum bensinstøðirnar á evropeisku motorvegnum gjørdu, at Súni Christiansen fekk hugskoti til hesa loysnina.

 

Hann søkti um 1 millión fyri 15 prosent av fyritøkuni.

 

Men leyvurnar vóru ikki imponeraðar av hansara hugskoti. Fyri tað fyrsta hevur hann einki selt enn, og so hildu tey ikki, at tað var so hent og bráðneyðugt við einari loysn, sum kundi bryggja kaffi í bilinum.

 

Tær gjørdu eitt sindur gjøldur við sniðgevingini, tí maskinan var stór við tógvi rundan um, sum tey kallaðu fyri ein sokk. Men hetta er enn ein prototýpa, og ætlanin hjá Súna Christiansen er, at kaffimaskinan skal fáa eitt einfaldari snið. Súni er uppfinnari og ikki sniðgevi, og tí ætlar hann at fáa fólk at hjálpa sær við hesum. 

 

 

Hygg at síðsta parti av Løvens Hule her.

 

Les eisini um Jesper Buch, sum segði, at allir danir eiga at vitja Føroyar í minsta lagi eina ferð í lívinum.