Súni Olsen hevur sáttmála fyri komandi ár, og tað er nú greitt, at tann avtalan stendur við. Súni Olsen var í fjør kosin ársins leikari í B36. Hann hevur drigist við skaðar, men tykist nú verða komin fyri seg. Hetta má koma sum góð tíðindi fyri B36 viðhaldsfólk, sum hava sæð felagið mist fleiri týdningarmiklar leikarar síðani kappingarenda.
Eisini tvey av stjørnuskotunum í felagnum halda fram. Rasmus Dan Sørensen hevur spælt fleiri dystir á besta liðnum. Hann hevur fyri tað mesta spælt á miðjuni og í B36 hava tey stórar vónir fyri unda leikaranum.
Hørður Askham hevur seinasta hálva árið verið útleigaður til 07 Vestur. Hann er nú aftur í felagnum, og tað verður hann komandi kappingarár.
Størsti spenningurin í felagnum má verða um Lukasz Cieslewicz heldur fram ella ikki.