Súni Olsen ikki við

Einasta broyting frá dystinum móti Svøríki er, at Súni Olsen als ikki er at finna á dómaraseðlinum. Hann beklaði til venjing í gjár.

 

Tað sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á føroyska landsliðnum, í stuttari viðmerking við portalin undan dystinum.

 

Súni Olsen hevur eisini havt ein minni skaða at dragast við upp til dystin. Súni Olsen kom á vøllin fyri Hall Hansson fríggjakvøldið í 2-1 tapinum fyri Svøríki.

 

Í hansara stað er komin Jan Ellingsgaard, sum sostatt verður á bokinum fyri B36 miðvallaran.

 

Annars er liðið tað sama sum ímóti Svøríki.

 

Føroyska liðið:

 

Føroyar: 4-4-1-1

 

Gunnar Nielsen

Jónas Tór Næs - Rógvi Baldvinsson - Odmar Færø - Pól Jóhannus Justinussen

Daniel Udsen - Hallur Hansson - Fróði Benjaminsen - Símun Samuelsen

Christian Lamhauge Holst,

Jóan Símun Edmundsson.

 

Írland:4-4-2

 

Keiren Westwood(Málmaður)

Séamus Coleman – John O’Shea – Darren O’Dea – Marc Wilson

Robert Brady – Keith Andrews – James McCarthy – Aiden McGeady

Robbie Keane(liðsk) – Jonathan Walters

 

Dysturin millum Føroyar og Írland byrjar klokkan 19.00. Beinleiðis uppdatering verður á portalinum.