Miðvallarin hjá B36 er til reiðar at spæla móti írum í annaðkvøld. Hann er ikki í iva um, at vit mugu inn frá byrjan at vísa írum, at vit ikki ræðast teir.
- Nú sá eg bara dystin í Eysturríki í sjónvarpinum, men tað er nógv, sum skal rættast uppá. Vit mugu inn alt fyri eitt og vísa teimum at vit eru komnir her fyri at spæla og at geva teimum ilt, sigur Súni Olsen við FSF Varpið.
Súni Olsen er við aftur, eftir at hann ikki var úttikin til landsliðið móti Eysturríki.
- Tað er deiligt at vera við aftur og fáa nakrar góðar venjingar í beinini aftur. Tað eru altíð stórar avbjóðingar á landsliðnum. Írland og Svøríki eru tveir risa dystir, sigur Súni Olsen.
Frísparkssnillingurin var við í 2004, tá Føroyar spældi móti Írlandi, sum tá hevði Brian Kerr sum venjara. Súni metir, at írski spælistílurin passar væl til føroyska liðið.
- Írski spælistílurin liggur betri til okkara. Teir spæla beinleiðis fótbólt við nógvum innleggum, og tað trúgvi eg eisini at vit kunnu vænta okkum fríggjakvøldið, sigur Súni Olsen víðari við FSF-Varpið
Tað er eftirhondini nakað síðani, at Súni Olsen byrjaði inni á landsliðnum.
- Eg havi verið nógv skaddur seinastu tíðina og tað hevur verið óstøðugt við spæltíð. Tað er bara blivið til nakar minuttir her og har, sigur Súni Olsen
Fleiri gitingar eru um at Súni Olsen byrjar inni móti Írlandi í morgin, tí bæði Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson hava leikbann. Tí verður gitt, at Súni Olsen og miðvallarin hjá HB, Heini Vatnsdal, byrja inni, meðan Atli Danielsen eisini er inni í myndini.
Samrøðan við Súna Olsen kann síggjast í sjónbandabrotinum undir greinini.