Súni Olsen er framvegis skaddur

Súni Olsen stríðist enn við skaðan hann fekk í seinasta dystinum hjá Viborg FF á heimavølli ímóti FC Keypmannahavn. Tí verður hann ikki við í hópinum hjá VFF, sum skal leika ein sera avgerandi SAS-ligadyst í Århus ímóti AGF í kvøld. AGF er nr. 10 við 20 stigum, Viborg er nr. 11 við 14 stigum, og Lyngby hjá Christian Lamhauge Holset er nr. 12 og niðast í SAS-liguni við 11 stigum. Tapir Viborg í Århus, í kvøld verða teir heili 9 stig frá at bjarga sær sæti í bestu donsku fótbóltsdeildini.