Tveir av føroysku landsliðsspælarunum, sum mikukvøldið skulu spæla í Litava, hava spælt í donsku landskappingini í vikuskiftinum.
Frem spældi seinnapartin í dag á heimavølli í Valby ímóti AB. Frem vann 2-1, og harvið hevði Atli Danielsen, sum var óførur sentralur miðvallari, trý stig við sær, tá ið hann í kvøld - nakrar tímar aftaná liðfeløgunum á landsliðnum - fór úr Kastrup og til Litava. Umframt stigini tiltuskaði Atli sær gult kort í dag.
Súni Olsen fekk í gjár dystarvenjing á liðnum hjá AaB í 2. deild vest. Á heimavølli spældu teir ímóti Hobro, og AaB vann 4-2.
Landsliðið lætti klokkan 15.05 í dag úr Kastrup og til Vilnius, og síðani varð í bussi koyrt til Kaunas.