Súni tók prógv á Føroya Lærarskúla í 1979 og varð sama summar settur í starv sum lærari við skúlan í Fuglafirði. Skjótt gjørdist greitt, at við Súna hevði skúlin fingið ein sera góðan lærara, ið fekk góð úrslit og varð virdur og avhildin av næmingum og foreldrum eins væl og av sínum starvsfeløgum.
Í skúlanum fekk hann skjótt fleiri álitisstørv, og hann sat í lærararáðsnevndini í fleiri ár, eisini sum formaður eitt skifti. Tá táverandi skúlastjóri, Johan Ellendersen, fór í farloyvi skúlaárið 1985/86, varð Súni settur at røkja hetta starv. Eisini avloysti hann táverandi varskúlastjóra, Òla Jákup Jacobsen, tá ið hann hevði farloyvi skúlaárið 1987/88.
Tá ið Johan Ellendersen, skúlastjóri, legði frá sær í 1989, varð Súni settur sum skúlastjóri. Við sínum góðu evnum, hollu vitan og góðu útbúgving hevur hann røkt hetta álitisstarv fyrimyndarliga við hepnari hond.Hann hevur eitt sera gott fyrisitingarligt innlit og fylgir væl við, hvat rørist á tí fakliga økinum.Hann er álitandi og stundisligur í øllum sínum arbeiði, sáttligur og siðiligur í allari sínari medferð og er góður við sínar starvsfelagar eins og við skúlabørnini. Hetta verður eisini høgt virðismett av skúlastýrinum
Við sínum drúgvu royndum frá kommunalum arbeiði í Nes kommunu hevur hann lætt við at samstarva við Fuglafjarðar býráð og harvið fáa úrslit, ið gagna skúlanum. Á býráðsumsitingini er hann sera nógv avhildin fyri sítt skilagóða arbeiði, og tað fekk hann eisini eitt herðaklapp fyri, tá ið nýggja skúlalonin varð liðug fyri fáum døgum síðan.
Sum starvsfelagi fari eg at takka tær fyri gott samstarv og ynkjsa tær hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum. Eg ynski tær blíðan byr í komandi døgum!
lærari










