Súni Olsen longdi fríggjadagin sáttmálan við felag sítt AaB. Talan er um ein eittára sáttmála. Tað váttar Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Súna Olsen. Formaðurin í GÍ, Andreas Poulsen, segði fríggjadagin , at tað hevði stóran týdning fyri seg, at hetta greitt undan dystinum leygardagin. – Vit eru errin av, at ein spælari hjá okkum stendur seg somikið væl. Og vit løgdu nógv fyri, soleiðis at Súni einans hevði landsdystin at hugsa um, tá spælararnir fyrireikaðu seg til dystin móti heimsmeistarunum, segði GÍ-formaðurin