Vágbingar hava havt eitt gott kappingarár higartil í ár, og óivað høvdu teir sett nøsina upp eftir einum sigri á Jóansøku, tá ið gøtumenn komu suður á vitjan. GÍ byrjaði kappingarárið væl, men seinastu umførini hevur tað ikki gingið eftir vild.
Avgjørdu í fyrra hálvleiki
Dysturin var ikki gamal, so var hann avgjørdur. Einans seks minuttir vóru leiktir, tá ið gestirnir úr Gøtu løgdu seg á odda. Leikandi venjarin, Krystof Popczynski. slapp leysur eftir skjótálop og staddur áraka brotsteigarmarkið, smekkaði hann til við vinstra beini, og so var 1-0 til GÍ.
Góðar tíggju minuttir seinni vóru gøtumenn aftur upp á spæl. Ein bóltur bleiv sendur væl innfyri, og við handaru stong var Krystof hægstur og stútaði upp á tvørs, har Súni Olsen var klárur og høgdi bóltin í kassan til 2-0. Landsliðsleikarin tykist trívast ógvuliga væl í sínum leikluti sum hangandi áleypari beint aftan fyri Krystof Popczynski.
Gøtumenn vóru væl betri enn vertirnir í fyrra hálvleiki, og tað var lítið, sum VB hevði at bjóða teimum mongu stevnugestunum.
Tá ið fyrri hálvleikur var um at verða liðugur fall avgerðin í dystinum, tá ið Súni Olsen enn einaferð var upp á spæl. Hann skeyt eitt av sínum vandamiklu fríspørkum ímóti málinum hjá vágbingum og umvegis eitt VB-bein, smeyg bólturin sær í mál til 3-0. Sum skilst hevði bólturin allarhelst farið í mál, hóast VB-beinið ikki kom á bóltin, og dómarin í dystinum, Dagfinn Olsen, góðskrivaði landsliðsleikaran fyri málið.
At støðan var 3-0 í hálvleikinum, var ikki so nógv at siga til, tí munurin á liðunum báðum hevði verið stórur. Gøtumenn høvdu tað flótandi álopsspælið frammi, meðan vágbingar tóktust merkiliga tungir.
VB kom meiri við í dystin
Í seinna hálvleiki var eitt sindur meiri av lív í spælinum hjá heimaliðnum. Tó noyddust teir at bíða, heilt inntil eitt korter var eftir at leika av dystinum. Birgir Jørgensen, sum hesaferð byrjaði á beinkinum, var innskiftur fyri Mindaugas, og hann fekk minkað um munin fyri heimaliðið. VB royndi nú at senda nógv fólk fram í eini roynd at fáa nakað burtur úr dystinum.
Ístaðin vóru tað gestirnir úr Gøtu, sum enn einferð skoraðu. Aftur hesaferð var tað landsliðsleikarin, Súni Olsen, ið var á blettinum. Hann slapp at standa í skotstøðu áraka brotsteigarmarkið, og við sínum eyðkenda vinstrabeini sendi hann bóltin framvið Bjarna í VB-málinum, og so var 4-1 til GÍ. Vertirnir úr Vági fingu tó pyntað um úrslitið enn einaferð, tá ið Palli Augustinussen skoraði til 2-4 tveir minuttir fyri leiklok.
VB-GÍ 2-4(0-3)
0-1 Krystof Popczynski 6.
0-2 Súni Olsen 18.
0-3 Súni Olsen 45.
1-3 Birgir Jørgensen 75.
1-4 Súni Olsen 85.
2-4 Palli Augustinussen 89.
VB: Bjarni Johansen - Jón Pauli Olsen, Eyðun Jacobsen, Anders Sørensen, Jákup Olsen (65. Michael í Lágabø)- Palli Augustinussen, Milan Kuljic, Daniel Kristensen, Símun Samuelsen - Dan Djurhuus, Mindaugas (59. Birgir Jørgensen)
Gult kort: Eyðun Jacobsen
GÍ: Hallur Hansen - Leivur Hansen, Pól Ennigarð, Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen - Áslakkur Petersen (61. Magnus Skoralíð), Símun Louis Jacobsen, Pól Henning Jacobsen, Hans Pauli Petersen - Súni Olsen, Krystof Popczynski
Gult kort: Leivur Hansen og Pól Henning Jacobsen
Dómari: Dagfinn Olsen