Súni Fríði til GÍ

Runavíkingur skal loysa Helga og Óla av í álopinum hjá GÍ

 

Súni Fríði Johannesen skal næstu tvey árini spæla við GÍ. Hetta boðar GÍ frá umvegis heimasíðu sína.

Súni Fríði Johannesen spældi í fjør í B68, men áður hevur hann eisini spælt við HB og NSÍ, har hann er uppvaksin.

GÍ hevur mist toppskjúttan, Helga L. Petersen, og Óla Hansen til NSÍ, har teir báðir eisini hava havt sín fótbóltsliga uppvøkstur.

Tí hevur felagið verið úti eftir nýggjum álopsspælara, og nú er líkt til, at Súni Fríði Johannesen og Krzystof Popzynski skulu manna fremstu røð hjá silvurvinnarunum.