Súni Fríði til AB

AB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið til komandi kappingarár hevur gjørt avtalu við Súna Fríða Barbá.
Súni Fríði hevur áðru leikt við B68, NSÍ, HB og GÍ, og í fleiri ár taldist hann millum avgjørt vandamestu álopsspælararnar í landinum.
Seinnu árini hava málini tó ikki verið heilt so nógv í tali, men máltevið man framvegis vera har. Og í øllum førum munnu tey í AB vóna, at 32 ára gamli málrevurin hevur júst tað, sum skal til, fyri at skjóta felagið seinasta pettið upp móti ovastu rókini í føroyskum fótbólti.