Súni Fríði tók stig frá HB

HB kom annars væl frá byrjan, tá Jákup á Borg eftir bara 7 minuttum sendi bóltin í netið.

Tað vóru eisini gestirnir, sum høvdu bóltin nógv mest fyrstu løtuna, men burtur úr ongum kundi Súni Fríði brádliga javna eftir verjuvillu.

Undan steðginum legði Jákup aftur HB framum, men tað eydnaðist kortini ikki at avgera. Eftir steðgin var AB nógv betri við í dystinum, og tó at HB framveigs hevði yvivág, so fekk AB einasta málið seinnu trý korterini. Hesa ferð spældi hann seg hegnisliga ígjøgnum, og við einum fløtum skoti sendi hann bóltin í kassan til endaliga javnleikin.

Javnleikurin var dyggur smeitur hjá HB, sum við hesum misti eitt týðandi fet í royndunum at fylgja við oddaliðunum í deildini. AB er framvegis undir strikuni, men avrikið gevur heilt víst liðnum gott móti til komandi uppgávurnar.