Súni Fríði heldur fram í B68

Súni Fríði Barbá heldur fram sum venjari hjá 1. Deildarliðnum og unglingunum hjá B68. Partarnir hava longt sáttmálan , og tað fegnast B68 um á heimasíðu sínari. 1. Deildarliðið hjá B68 yvirlivdi í næstbestu deildini farna kappingarár, og unglingarnir vunnu bronsu í sínar deild, so úrslitini vóru heilt góð.