Tað gongur skjótt fyri seg í Argja Bóltfelag í hesum døgum. Fríggjadagin boðaði felagið frá á heimasíðu síni, at AB toppskjúttin Súni Fríði Barbá, sum í síðstu viku gavst í AB, nú hevur funnið nýtt felag. Hann er fluttur til FSV04, sum er komið ásamt við AB um prís fyri veteranin. Súni Fríði verður eftir øllum at døma á liðnum hjá FSV04, sum seinnapartin leygardagin fer at spæla í Runavík.
AB boðaði fríggjadagin frá, at ein annar av álopsspælarunum, Tummas Hans Rubeksen, er farin úr AB. Hann er fluttur aftur til B36, eftir at hava verið hálvt annað ár á Argjum.
Seinastu vikuna hevur AB boðað frá fýra nýggjum spælarum, sum nú skulu spæla á Argjum. Teir eru Vagnur Mohr Mortensen og Høgni Joensen úr HB, Jónas þór Næs úr Fremad Amager og so 19 ára gamli framrættaði danski miðvallarin Christos Patsamanis.










