Súni fær meiri kapping

AaB er oddalið í superliguni, og í Aalborg brynja teir seg fyri at halda tørn um støðuna, sum teir vunnu í heyst.

Í dag hevur felagið keypt ein miðvallara, og tað ber við sær, at kappingin um plássini er herd hjá Súna Olsen og hinum, sum higartil hava verið við í toganini um at finna náði fyri venjaranum, Erik Hamrén.

Talan er um 25 ára gamla Anders Due, sum áður hevur spælt við FC Nordsjælland, og sum nú í hálvt annað ár hevur umboðað Vitesse Arnhem í Hollandi.

AaB hevur seinnu árini havt góðar royndir av at keypa danskar spælarar, sum hava roynt seg í Hollandi. Eitt nú vísti tað seg, at bæði Michael Jakobsen og Jeppe Curth gjørdust lyklaspælarar, tá ið teir fluttu úr Hollandi og til Aalborg.

Nýggi AaB spælarin rósar føroysku útisetunum í Aalborg og teirra liðfeløgum:

- AaB hevur fínan hóp við nógvum góðum spælarum. Eg vóni, at eg kann vera við til at hjálpa felagnum at halda tørn um støðuna í toppinum, sigur Anders Due.

Fótbóltsstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, sigur seg vera fegnan um nýggja spælaran:

- Eg rokni við, at liðið hjá okkum nú verður uppaftur torførari at hava við at gera hjá hinum feløgunum. Stóra breiddin í besta hópinum hevur seinasta árið verið ein av stóru styrkjunum hjá okkum, og nú verða vit uppaftur betri fyri í toppinum, sigur Lynge Jacobsen við heimasíðuna hjá AaB.

Fyrsta venjingin í Aalborg verður nú týsdagin tann 15. januar.

Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen og hinir í AaB hópinum fara á venjingarlegu í La Manga 20. til 29. februar.