Súni er á veg til Keypmannahavnar

Seinnapartin í morgin fer FCK í Parkini at taka ímóti AaB. Svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, hevur givið seytjan spælarum boð at koma við til Keypmannahavnar. Ein av hesum er Súni Olsen.

Hin føroyingurin í AaB, Jón Rói Jacobsen, hevur ikki verið í nánd av besta liðnum síðani síðst í mars mánað.

Í løtuni er kappingini um plássini á besta AaB liðnum sera stór. Fleiri av teimum, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg aftur. Liðið hevur fingið fult tvær tær seinastu ferðirnar, og tí er eingin orsøk at broyta uppstilling. Hesin veruleikin ber ivaleyst við sær, at Súni Olsen ikki verður ímillum teir fyrstu ellivu í Parkini í morgin,

Møguleiki er fyri, at FCK longu í morgin fer at tryggja sær meistaraheitið. Seks umfør resta av hesum kappingarárinum. FCK hevur 66 stig, og FCM er næstfremst við 50 stigum.

AaB er á fjórða plássi við 48 stigum, og teir í Aalborg siga seg framvegis hava gott mót um, at tað skal eydnast at vinna heiðursmerkir. OB er á triðja plássi við 49 stigum.

AaB er einasta felagið sum í hesum kappingarárinum hevur vunnið á FCK. 27. august í fjør fór AaB úr Parkini við 2-0 sigri.

Uppgerðin ímillum FCK og AaB verður at síggja á TV3+, sum fer at senda úr Parkini klokkan 15. Fyrsta bríkslið verður klokkan 16.