Í tíðindaskrivi frá TF Holding í morgun varð sagt, at felagið víðkar samtaksleiðsluna.
– TF Holding hevur nú tveir stjórar. Súni Schwartz Jacobsen er settur sum forstjóri í TF Holding afturat Regini Hammer, stjóra. Økta virksemið krevur, at samtaksleiðslan verður víðkað, staðfestir nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sambært tíðindaskrivi frá TF Holding.
Sagt verður víðari, at alsamt vaksandi virksemið hjá TF Holding á fíggingar- og tryggingarmarknaðinum hevur við sær, at tørvur er á eini breiðari leiðslu. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur tí avgjørt, at TF Holding skal hava tveir stjórar í ovastu leiðsluni.
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, verður eisini forstjóri í TF Holding, og Regin Hammer heldur fram sum stjóri í TF Holding og sum forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í samtakinum fer Súni Schwartz Jacobsen at hava fíggingar- og íløguvirksemi sum sítt høvuðsøki. Harumframt fær hann yvirskipaðu leiðsluna og eitt nú ábyrgdina av samtaksroknskapinum.
– Ein skipað tilgongd at laga samtakið til nýggjar tíðir er sett í verk. Samstundis hava vit fingið Eik Banka aftur á rætta kós, sigur Gunnar í Liða, nevndarformaður, og vísir á góða úrslitið hjá samtakinum í fjør og fyrra hálvár í ár.
Samanumtikið hevur TF Holding fyrireikað seg til at taka við avbjóðingunum, ið liggja á leiðini frameftir.
– Nevndin er sannførd um, at víðkanin av ovastu leiðsluni gevur samtakinum, sum er ein hornasteinur í føroyska fíggjargeiranum, eina uppaftur sterkari støðu, sigur Gunnar í Liða, nevndarformaður.










