Útiseti
Aalborg:
-Súni er ein habilur Superliga-spælari. Hann er fullur av orku og vilja, og hann er avgjørt eitt frískt lot á AaB liðnum. Í Superliguni hava vit leingi saknað leikarar, sum tora at skjóta langt úti frá, og tær dygdirnar hevur Súni so avgjørt.
Føgru orðini eigur Jens Jørgen Brinch, sum er tíðindamaður hjá bæði Tipsblaðnum og Onside á TV3. Síðan 1992 hevur hann búð í Aalborg, og seinastu mongu árini hevur hann gjøllað fylgt gongdini hjá AaB. Royndi tíðindamaðurin letur eins og venjarin hjá AaB væl at avrikunum hjá Súna Olsen higartil.
-Hann hevur ein góðan hugburð og stríðist væl í nærdystunum. Eg haldi, hann kemur best til sín rætt, tá hann spælir á vonginum, heldur Jens Jørgen Brinch.
Tá Súni skrivaði undir við AaB í summar, væntaði Jens Jørgen Brinch ikki, at føroyski landsliðsleikarin fór at vinna sær pláss á Superliga liðnum so tíðliga, sum hann hevur gjørt. Hann var sannførdur um, at Súni fyrstu mánaðirnar varð noyddur at vísa sítt virði á danmarksseriuliðnum hjá AaB.
-Tað hevur verið eydnan hjá Súna, at AaB slapp sær av fleiri spælarar í summar, tí hópurin í heyst hevur ikki verið breiður. Nú fleiri leikbann og skaðar hava gjørt um seg, hevur Súni dugað væl at tikið av møguleikanum, vísir Jens Jørgen Brinch á.
Spurdur um hvørji útlitini eru fyri, at Súni Olsen bítur seg fastan á AaB liðið, svarar Jens Jørgen Brinch:
-Við núverandi hópi skal ikki nógv til, áðrenn Súni verður fastur maður, men velur leiðslan í AaB at styrkja um hópin, verður torførari. Tað hevur verið nógv tosað um, at vetrarsteðgurin skal nýtast til at finna nýggjar spælarar, og tá kann tað gerast torført hjá Súna at fáa fast pláss. Súni er ikki nakar profilur, men fyrst og fremst ein góð gardering á AaB liðnum, sigur Jens Jørgen Brinch at enda.