SUPERLIGAN
Í gjár fór Súni Olsen undir aftur venjingarnar í Aalborg, eftir at hann hevur verið í Føroyum og hjálpt GÍ at vinna steypakappingina, og eftir at hann seinastu vikurnar hevur verið plágaður av liðbandsskaða.
Um Súni Olsen fer at verða úttikin til avbjóðingina, tá ið AaB sunnudagin fer at fáa vitjan av Esbjerg, er ivasamt. Men tað er stig rætta vegin, at Súni nú fer aftur at venja, og so verður tað upp til landsliðsvenjaran undir venjingunum í næstu viku at gera av, um hann er nóg væl fyri at spæla landsdyst mikukvøldið í næstu viku.
AaB tykist treingja til alla ta hjálp og tann stuðul, sum tað ber til at fáa fatur á. Eftir fýra tey fyrstu umførini hava teir í Aalborg bara fingið eitt stig. Hesa ferð var bitin stórur, men tað eydnaðist kortini AaB í 1. hálvleiki at leggja seg á odda 1-0 í Brøndby, og um tað hevði viljað væl við, so høvdu teir eisini økt til 2-0. Men Brøndby kom fyri seg aftur, og í 2. hálvleiki skoraðu teir trý mál og vunnu 3-1.
Hin føroyski landsliðsspælarin í superliguni er Johan B. Hansen. Leikluturin hjá honum hevur higartil í hesum kappingarárinum verið rættuliga avmarkaður. Hesa ferð spældi Horsens á útivølli móti FCM, sum B36 skal takast við hóskvøldið. Heimaliðið vann 2-1, og Johan B. Hansen var ikki á vøllinum.
Fyri Horsens var dysturin søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at teir fingu mál í superliguni. Horsens er aftast við einum stigi. Tað fingu teir næstsíðsta vikuskifti, tá ið tað eydnaðist teimum at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti OB.
Tað vóru teir í OB vónsviknir av, og teir vóru ikki minni vónsviknir sunnudagin, tá ið tað heldur ikki eydnaðist at megna meiri enn málleysan javnleik. Hesa ferð var tað á heimavølli móti FCN.
Eisini hjá Esbjerg hevur tað verið strevið tær fyrstu vikurnar av nýggja kappingarárinum. Sunnudagin glapp orduliga, tá ið vesturjydarnir sendu Silkeborg norður aftur við 4-0 tapi í viðførinum.
Í toppinum hevur umframt Brøndby eisini Viborg fingið fulla úrtøku í fýra teimum fyrstu umførunum. Hesa ferð vunnu teir grønu 3-1 á heimavølli móti uppflytarunum SønderjyskE.
FCK misti fyrstu stigini sunnudagin. Teir høvdu vitjan av AGF, sum vann fyrsta stigið í ár í 1-1 javnleikinum. FCK legði seg á odda og hevði fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og so tørnaði tað soleiðis út, sum tað so ofta ger. AGF javnaði, og í síðstu løtu høvdu teir møguleika at gera sigursmálið. Men tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða!
Í vikuskiftinum verður fimta umfarið á skránni. AFG og OB skulu spæla leygardagin, og sunnudagin sær skráin soleiðis út: AaB-Esbjerg, Silkeborg-Viborg, SønderjyskE-FCK, FCN-FCM og Horsens-Brøndby.









