Sýndu handarbeiði fram

Styttru skeiðini hjá Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík roynast væl, og nógv kemur burturúr

 

Klaksvík: Hósdagin hevði Handarbeiðsskúli Føroya í Klaksvík opið hús í sambandi við, at eitt av styttru skeiðunum á skúlanum var liðugt.

Ymiskt arbeiði varð sýnt fram, og lutirnir vóru bæði fjølbroyttir og snøggir.

Føroya Handarbeiðsskúli hevur seks ár á baki, og tað hava verð nógv longri og styttri skeið á skúlanum hesi árini. Í byrjanini legði skúlin seg eftir at hava skeið upp á tríggjar til fimm mánaðir, har undirvíst var í upp til 17 ymiskum lærugreinum.

Tað gjørdist tó trupult at fáa luttakarar til skeiðini, og tí avgjørdi skúlin at royna seg við styttri skeiðum frá einari viku og upp í 5, og hesi skeið hava fingið sera góða undirtøku.


Fýra lærarar

Á Handarbeiðsskúlanum verður undirvíst í eitt nú brodering av føroyskum klæðum, tøving, patchwork binding, seyming, garving og veving.

Skúlin er dagskúli, og undirvísingin fer fram frá klokkan 8 á morgni til klokkan 3 seinnapartin.

Næmingar á skúlanum koma úr øllum landinum, og einki aldursmark er fyri at verða við.

Fýra lærarar eru knýttir at skúlanum, og tað ber eisini til at fáa serliga skeið løgd til rættis, um tað eru einstaklingar ella bólkar, sum ynskja tað.