Superligan
Johan Byrial Hansen var einasti føroyingurin á vøllinum, tá 19. umfarið í donsku superliguni varð spælt um vikuskiftið.
AC Horsens var á útivølli á vitjan hjá Esbjerg, men heldur ikki hesaferð megnaðu Johan og teir at fáa trý stig til høldar. Talan gjørdist ístaðin um 10. javnleikin í ár, og hóast Horsens ikki hevur tapt fleiri enn sjey dystir, so er liðið nú at finna undir niðurflytingarstrikuni. Júst tí talan hevur verið um somikið nógvar javnleikir.
Sæð við føroyskum eygum, so var talan um sera áhugaverdan dyst, tá Sønderjyske vitjaði hjá FC Midtjylland. SønderjyskE hevur alt árið ligið tungt á talvuni, men tað tóktist bragda, tá teir vóru á odda 2-0 móti einum sera hart spælandi heimaliði. Móti dystarenda eydnaðist tó vertunum at bjarga sær javnleikinum, og tí er fjarstøðan hjá Rógva og teimum upp til niðurflytingarstrikuna framvegis trý stig.
AaB, sum framvegis er uttan skadda Súna Olsen, hevði hesa ferð vitjan av oddaliðnum, FCK, og tí dystinum fekk AaB einki burturúr. 2-0 vunnu gestirnir, sum framveigs halda fast um munin til Brøndby.
Brøndby vann somuleiðis á útivølli - 1-0 í Odense - meðan AGF við 2-0 sigri á Silkeborg vann seg ájavnt við Horsens í botninum á talvuni. Seinasti dysturin var í Viborg, har heimaliðið vann 4-1 á FC Nordsjælland.