Sýna verkætlanir fram í SMS

Tórshavnar kommuna hevur hesa vikuna framsýning av ymsum plansjum og modellum av ymsum býarskipanar- og byggiverkætlanum í býnum.

Á framsýningini eru 22 plansjur og 5 modell av ymsum býarskipanar- og byggiverkætlanum hjá kommununi. Her er talan um plansjur, sum kommunan hevur latið framleiða í sambandi við ymsar nevndarfundir, Arkitektadagin 2010, og í sambandi við framløgur av ymsum prosjektum.

Nevnast kann burturúr rúgvuni, at her verður sýnd ein miðbýarætlan, framtíðar høvusveganetið, heildarætlan fyri Bryggjubakka, Vágsbotn, Tórsgøtu, Vaglið, Steinatún, Kongabrúnna og ein ætlan fyri eina miðbýarlund, umframt fríøki við Hoydalsá, Myllutjørn, Tórsvøll, Musikkskúlan, Boðanesheimið, golfvøll og mangt annað.